Tín djóralækni er nýggj djóralæknafyritøka, sum bjóðar heimavitjanir og -viðgerðir.
Vit koma heim til tín, tá tað passar tær best. Er tørvur á skurðviðgerð, klára vit eisini tað.
Vit eru hjúnini Karina Poulsdóttir Debes og Christian John-Pedersen, sum bæði eru djóralæknar. Eftir 13 ár í Keypmannahavn, har vit fyrst lósu til djóralækna og síðani hava arbeitt og eftirútbúgvið okkum, eru vit nýliga flutt til Føroyar.
Tín djóralækni er djóralæknin hjá tínum djóri, men eisini hjá tær sum eigara. Vit ynskja at ráðgeva og stuðla tær áðrenn, undir og eftir viðgerðina, so tú altíð kann kenna teg trygga/n.
Vit veita nýmótans djóraviðgerðir grundað á nýggjastu vitan og gransking,
umframt fleiri ára kliniskar royndir frá nútímans djóraklinikkum og -sjúkrahúsum í Danmark og Svøríki.
Tú bíleggur tíð við at ringja, senda okkum ein teldupost ella skriva á sosialu miðlunum.
Í løtuni hava vit bert viðtalur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Setur tú teg í samband við okkum millum klokkan 8 og 16, so heita vit á teg um at leggja eini telefonboð ella um at skriva til okkum, so venda vit aftur skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerðum, reseptum, prísum ella øðrum, ert tú eisini altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Tað er altíð ókeypis at ringja og skriva til okkum og vit ráðgeva tær fegin.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær
Christian og Karina