Vit eru hjúnini Karina Poulsdóttir Debes og Christian John-Pedersen, sum bæði eru útbúgvin djóralæknar. Eftir 13 ár í lestrarørindum í Keypmannahavn, eru vit nýliga flutt til Føroyar. 

Í viðtaluni fert tú oftast at møta Christian. Christian varð útbúgvin djóralækni frá Københavns Universitet í 2017 og hevur starvast á stórum og nýmótans djórasjúkrahúsum í Svøríki og Danmark, har hann hevur royndir innan alt frá heilsukanningum og koppsetingum til medisinskar viðgerðir og skurðviðgerðir. Í desembur 2024 varð hann liðugur við eina fýra ára eftirútbúgving, har hann fyrst eftir tvey ár varð útbúgvin fagdyrlæge og eftir fýra ár fekk eina masterútbúgving í kliniskari húsdjóravísund við sergrein innan skurðviðgerðir (Master of Companion Animal Clinical Science - Surgery) frá Københavns Universitet.
Hóast Christian er dani, so bæði skilur og tosar hann føroyskt.

Karina varð útbúgvin djóralækni frá Københavns Universitet í 2018
og hevur í Danmark starvast innan biomedicinska gransking hjá heilivágsfyritøkum .
Í 2024 vardi hon sína ph.d. innan hjartasjúkur, í einum samstarvi millum Københavns Universitet og Novo Nordisk.